Sersáttmáli
Sáttmálin í PDFSersáttmáli fyri flogmekanikarar
millum
Atlantic Airways
og
Felagið av Grækarismessu 2008
§ 1. Starvsfólkaviðurskifti
1. petti
Arbeiðsstaðið er Vága floghavn ella annað av felagnum ásett stað.
2. petti
Arbeiðið er at taka lut í allari tekniskari viðgerð av flogførum, heruppií tyrlum, ið felagið eigur, leigar, støðugt hevur til taks ella av flogførum, heruppií tyrlum, sum felagið á annan hátt hevur átikið sær at halda viðlíka umframt annað arbeiði eftir ávísing felagsins. Arbeiðast skal sambært reglurnar í rakstrarhandbók og rakstrarfyriskipanir felagsins, rakstrarfyriskipanir fyri flogfarið/tyrluna og myndugleikakrøv.
3. petti
Starvsfólkið bindur seg til at gera alt arbeiði smb. 2. petti í grein 1.
4. petti
Starvsfólkið skal hava tey próvskjøl, sum avvarðandi myndugleikar krevja til at útinna tað arbeiði, sum tað er sett til í felagnum. Felagið ber kostnaðin av at fáa til vega, víðka ella halda viðlíka tann praktiska partin av próvnum.
5. petti
Starvsfólkið skal fyri egnan kostnað útvega sær pass. Felagið ber kostnaðin av at útvega visum (innfaraloyvi) eins og av koppsetingum o.tl., sum er neyðugt í sambandi við arbeiðið.
6. petti
Starvsfólkið hevur skyldu til at vera í starvsbúna í arbeiðnum, soleiðis sum felagið fyriskipar. Klæðini eru ogn felagsins, men starvsfólkið skal sjálvt halda tey viðlíka.
7. petti
Starvsfólkið skal ikki bera víðari til óviðkomandi nakað, sum tað hevur fingið at vita frá felagnum um viðurskifti tess, ella sum má haldast at vera sagt í trúnaði. Her verður m.a. hugsað um felagsins starvsfólk, fíggjar- og skipanarviðurskifti, tekniskt viðlíkahald og rakstrarviðurskifti.
8. petti
Starvsfólk sum í stóran mun skaðar umdømi felagsins ella ikki heldur galdandi starvssáttmála og/ella fyriskipanir í 2. petti í grein 1, kann sigast upp beinanvegin.
9. petti
Í tíðarbilum, har felagið hevur álagt starvsfólkinum at standa tilbúgvið (standby), skal vera møguligt at koma í samband við starvsfólkið ígjøgnum telefon. Fasta gjaldið av telefonini rindar felagið og harumframt kr. 1.000 í árligari viðbót. Starvsfólkið skal hava fult ræði á telefonini.
Starvsfólkið skal kunna møta á arbeiðsstaðnum í seinasta lagi 45 minuttir aftaná at hava fingið boð. Tilbúgvingartíðarskeiðið verður ásett av leiðsluni.
10. petti
Starvsfólki hevur skyldu til eftir tørni at arbeiða eftir nærri fyrisettari vaktarskipan, um tað verður álagt teimum. Henda vaktarskipan kann eisini fevna um vikuskifti og halgidagar, tó í mesta lagið annaðhvørt vikuskifti
11. petti
Spurningar frá bæði fjølmiðlum og privatum, skulu beinast til leiðsluna.
12. petti
Starvsfólki hevur ikki loyvi at hava annað starv uttan eftir avtalu við leiðsluna.
§ 2. Fastir frídagar & halgidagar
Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, hvítusunnuaftan, 1/2 grundlógardagur, 1/2 ólavsøkuaftan og ólavsøkudagur, umframt allir halgidagar.
§ 3. Fyribils tænasta í hægri starvi
Starvsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við felagsins góðkenning fyribils røkja hægri starv í meira enn 1 viku samfelt, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið, treytað av, at tey yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.
§ 4. Reglur um ferða- og dagpening
Fyri at vera aðrastaðni enn á arbeiðsstaðnum fær starvsfólkið endurgjald sambært reglurnar viðvíkjandi útiviðbót millum Føroya Landsstyri og tænastumannafelagið. Tá neyðugt er hjá starvsfólki at hava tilhald uttanlands fyri at útinna arbeiðið sambært 2. petti í grein 1, verður endurgjaldið ásett eftir nærri avtalu.
§ 5. Sjúka og barnsburður, frítíð og frídagar
Undir sjúku ella barnsburði verða reglurnar í løgtingslóg um starvsfólk fylgdar. Frítíðin verður vunnin og hildin sambært reglurnar í løgtingslóg um frítíð við løn. Starvsfólkið hevur rætt til planlagda tímatali sjúkradagin.
§ 6. Starvsgrundarlag og uppsagnarfreistir
1. petti
Tá fólk verður sett í starv, verður eitt setanarbræv undirritað av starvsfólkinum og felagnum.
2. petti
Uppsagnarfreistirnar eru:
Starvstíð Starvsfólkið Felagið
0 - 3 mánaðir 14 dagar 14 dagar
3 - 6 mánaðir 1 mánað 1 mánað
6 mánaðir - 2 mánaðir 3 mánaðir
3. petti
Um so er, at neyðugt er við umskúling til nýtt slag av flogfari/tyrlu, bindur starvsfólkið seg við undirskrift síni á setanarbrævið til at halda fram í starvi hjá felagnum í minsta lagi 3 ár. Um starvsfólkið velur at siga seg úr starvi innan trý ár eru liðin, verður starvsetti at rinda aftur prorata kostnaðin fyri umskúlingina í mun til starvstíð síðani umskúlingin var endað. Kostnaður fyri umskúling verður upplýstur áðrenn umskúlingin fer fram.
§ 7. Lønir og tímaroknskapur
1. petti
LØNARTALVA:
Starvstíð Mðr.Løn okt.´08(+2,25%) okt.´09(+1,25%)
Handverkari/Fitter 1. Àrið 21.248,00 21.708,00 21.963,00
2. Àrið 21.869,00 22.342,00 22.695,00
3. Àrið 22.490,00 22.977,00 23.247,00
4. Àrið 23.111,00 23.611,00 23.889,00
5. Àrið 23.733,00 24.246,00 24.532,00
6. Àrið 24.354,00 24.881,00 25.173,00
7. Àrið 24.975,00 25.515,00 25.815,00
8. Àrið 25.596,00 26.150,00 26.458,00
9. Àrið 26.217,00 26.785,00 27.100,00
Flogteknikari
(AML) 1. Àrið 24.602,00 25.135,00 25.430,00
2. Àrið 25.223,00 25.769,00 26.072,00
3. Àrið 25.845,00 26.404,00 26.715,00
4. Àrið 26.466,00 27.039,00 27.357,00
5. Àrið 27.088,00 27.674,00 27.999,00
6. Àrið 27.709,00 28.308,00 28.641,00
Flogteknikari sert. 1. Àrið 27.514,00 28.110,00 28.440,00
2. Àrið 28.135,00 28.744,00 29.082,00
3. Àrið 28.757,00 29.379,00 29.725,00
4. Àrið 29.378,00 30.014,00 30.367,00
5. Àrið 30.000,00 30.649,00 31.009,00
6. Àrið 30.621,00 31.283,00 31.651,00
2. petti
Fyri hvørt aktivt typu-sertifikat (B1/B2/C) smbrt. MOE og certifikat verða latnar 500,00 omaná mánaðarlønina.
3. petti
Fyri ólagaliga arbeiðstíð verða hesar viðbøtur latnar:
Vanligar dagar eftir kl. 18:00 og áðrenn kl. 07:00: kr. 15,00/tíma
Leygardagar (frá miðnátt til miðnátt): kr. 20,00/tíma
Sunnu- og halgidagar (frá miðnátt til miðnátt): kr. 25,00/tíma
4. petti
Normurin fyri arbeiðstíðini verður roknaður eftir, hvussu nógvir arbeiðsdagar eru í mánaðinum. Rokna verður eftir, hvussu nógvir arbeiðsdagar eru mánadagar til og við fríggjadagar, har halgidagar og frídagar (§ 2), sum falla á gerandisdag, ikki verða taldir við.
Yvirtíðin verður gjørd upp fyri hvørjar tveir mánaðar. Starvsfólk fáa yvirtíð, tá ið tey aftaná tveir mánaðir hava arbeitt meira enn arbeiðsnormin. Yvirtíðin verður goldin við 50% yvritíð. Tímalønin verður framroknað soleiðis: Mánaðarløn at býta við 173.
5. petti
Mánaðarlønin verður útgoldin aftaná síðsta gerandisdag í hvørjum mánaði. Dag- og tímapeningur o.a. samsýningar verða samstundis goldnar, roknað frá 19. í mánaðinum frammanundan til 18. í lønarmánaðinum.
6. petti
Fyri útkall á frídøgum verða latnar 300,00 fyri hvørt útkall umframt møguligar útreiðslur av at koma á staði. Hetta verður einans givið í serligum føri t.d tekniskt brek, og ikki í sambandi við um-schedulering.
7.petti
Í sambandi við serlig átøk, so sum motorskift ella óhapp, er reglan at góðskriva mekanikara vaktartíð, sum hann missur tí hann noyðist at hvíla dagin eftir. Tekniska leiðslan váttar hetta í hvørjum einstøkum føri.
8.petti
Um starvsfólkið arbeiðir á útistøð meira enn 7 dagar samanhangandi, fær viðkomandi í minsta lagi 10 tímar/dag. Ferðadagurin verður roknaður við max. 8 tímum. Arbeiðstíðin verður løgd til rættis eftir tørvi á útistøð, kortini kunnu partarnir avtala annan leist, um serligar umstøður tala fyri tí í sambandi við serlig prosjektir.
9.petti
Lønarhækkingar orsakað av hækking í starvstíð verða roknaðar frá 1. januar á hvørjum ári.
Um certifikat er útvegað í seinasta lagi tann 15. í einum mánaði, skal lønin hjá teknikaranum broytast frá tí 1.í sama mánaði. Annars frá 1. í komandi mánaði.
10. petti
Í seinasta lagi í tí mánaði, sum starvsfólk fyllir 67 ár, fer tað úr starvi.
11. petti
Frá 01.10.2007 rindar felagið 9% afturat mánaðarlønini í eftirlønargjaldi.
Eftirlønargjaldið hækkar 01.10.2008 uppí 9,5% og 01.10.2009 uppí 10%.
§ 8. Tryggingar
Felagið teknar og rindar tær lógskyldugu tryggingarnar.
§ 9. Instruktørarbeiði
Teknikari fær kr. 100,- viðbót um tíman fyri álagt instruktørarbeiði. Fyrireikingararbeiði kann gerast í arbeiðstíðini, men viðbót verður ikki latin fyri fyrireikingararbeiði.
§ 10. Farloyvi
Starvsfólkið kann søkja um farloyvi. Hetta verður tó mett um í mun til tørvin hjá felagnum,og tekur leiðslan einsamøll avgerð um slíkar umsøknir. Søkja fleiri um farloyvi í senn, fær starvsfólkið við longsta starvsaldri fyrimun. Kortini fer starvsfólk, sum longu hevur verið í farloyvi, aftast í røðina. Farloyvi verður latið í mesta lagi 1 ár.
§ 11. Gerðarrættur
Stk. 1. Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskila í sáttmálanum, skulu feløgini samráðast um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi, áðren farið verður til nevndarviðgerð.
Stk. 2. Allar trætur um røttu fatan av sáttmálanum verða avgjørdar av eini nevnd.
Stk. 3. Hvørt felag sær velur 2 limir til nevndina. Kemur nevndin ikki ásamt, verður dómarin ella annar av honum nevndur persónur uppmaður. Hansara avgerð verður at taka til fulnar.
§ 12. Uppsøgn
Stk. 1. Hesin sáttmáli kemur í gildi frá 1.oktober 2007 og kann sigast upp við 2 mánaða ávaring til ein 1.oktober, fyrstu ferð 1.oktober 2009. Partarnir skula koma saman til tingingar í seinasta lagi 1 mánaða aftaná uppsøgn, t.e. hin 1.september, og skulu partarnir tá leggja fram uppskot til broytingar ella nýggjar sáttmálar.
Stk. 2. Partar skulu tingast til sáttmáli er komin í lag, ella semingsmaðurin hevur sagt tingingarnar at vera komnar at enda.
Tórshavn, 2. juni 2008
Atlantic Airways Felagið av Grækarismessu 2008
vagshand.com