Lærlingasáttmálin
§ 1. Avtaluøkið
Hesin sáttmáli er galdandi fyri handverkslærlingar, sum eru undir útbúgving sambært yrkisútbúgvingarlógini, og sum eru í starvi hjá meistarum/virkjum, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag.
§ 2. Arbeiðstíð
Vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar frá 1. januar 1980 sambært løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978. Tann dagliga arbeiðstíðin er tann sama, sum er galdandi fyri hini starvsfólkini á virkinum (sveinarnar).
Meistarin hevur skyldu til at rinda lærlinginum løn fyri tað vikutímatal, sum avtalað er í lærusáttmálanum.
§ 3. Skiftisarbeiði
Lærlingar kunnu arbeiða í skiftisvaktum á sama hátt sum sveinarnir.
Skiftisvaktarviðbótin verður goldin við somu prosentsatsum sum lærlingalønin av sveinalønini.
Tá ið arbeitt verður í skiftum, verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið.
§ 4. Frítíðarløn
Víst verður til løgtingslóg um Frítíð við løn. Lærlingurin fær frítíðarløn, p.t. 12%.
§ 5. Barsil
Víst verður til løgtingslóg um Barsilsskipan.
§ 6. Burturvera
Er lærlingur burtur frá arbeiði/skúla uttan lógliga grund, hevur virkið/meistarin ikki skyldu at rinda lærlinginum løn fyri tíðarskeiðið, lærlingurin er burtur.
§ 7. Sjúka
Viðvíkjandi sjúku verður víst til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku.
Læknaváttan skal leggjast fram, um so er at meistarin ella virkið krevir tað (hóast dagpeningaskipanina).
§ 8. Frídagar
Lærlingur hevur rætt til somu frídagar, sum eru ásettir í handverkarasáttmálanum hjá tímaløntum. Í løtuni eru hesir: 1. mai er heilur frídagur. Flaggdagur, grundlógardagur og 1.november og jólaaftan aftaná kl. 12.00. Meistarin rindar ikki løn fyri frídagar og halgidagar, men rindar 1,5% í eftirlønargrunn fyri hetta.
§ 9. Løn
Lærlingar fáa ta til eina og hvørja tíð galdandi løn, sum er avtalað millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag. Tað er:
1. árið 32% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 45% av sveinalønini
4. árið 55% av sveinalønini
5. árið 70% av sveinalønini.
Lærlingur byrjar altíð á 1. árið. Er lærutíðin tildømis 3 ár, byrjar lærlingur á 1. ári og heldur so fram á 2. og 3. ári. Undantak er tó, tá ið lærutíðin verður stytt. Tá verður tað stytta tíðarskeiðið drigið av tí 1.árinum. Fær lærlingur tildømis 20 vikur stytta lærutíð, verður lærutíðin á 1. árið 32 vikur. Síðani flytur lærlingurin á 2. árið osv.
§ 10. Løn í skúlatíðini
Tá ið lærlingur er í skúla, hevur meistarin skyldu til at rinda honum løn.
§ 11. Eftirløn
Meistararnir rinda 5,5% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna. Tann 1. oktober 2008 hækkar eftirlønin við 1% til 6,5%. Tann 1. oktober 2009 hækkar eftirlønin við 1% til 7,5%.
§ 12. Lønarútgjalding
Stk. 1. Lønin verður goldin eftir fastari skipan annaðhvørt fyri eina viku ella tvær vikur ísenn.
Stk. 2. Saman við útgjaldingini skal vikuseðil (-seðlar) fylgja við.
Stk. 3. Øll sáttmálatengd gjøld verða framd samstundis sum lønarflytingar.
§ 13. Yvirtíð
Fyri yvirarbeiði verður øll læruárini goldið serarbeiðaraløn á 1. árið + hesi prosent:
Fyrstu 4 tímarnar + 35%
Næstu 3 tímarnar + 60%
Fylgjandi tímar + 100%
Leygardag:
Fyrstu 5 tímarnar + 35%
Fylgjandi tímar + 60%
Sunnu- og halgidagar: + 100%
§ 14. Arbeiðssteðgur
Lærlingur kann ikki luttaka í arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum.
§ 15. Forskotin tíð
Fyri arbeiðir innanfyri hesi tíðarskeið verða goldnar hesar viðbøtur (forskotin tíð):
|
Yrkið
|
Tíðarskeið
|
Viðbót 1. oktober 2005
|
|
Bakaralærlingar
|
Allir dagar millum kl. 18.00-04.00
|
35,00
|
|
Sunnu- og halgidagar kl. 00.00-24.00 (alt døgnið) og frídagar
|
25,00
|
|
|
Kokka- og tænaralærlingar
|
Gerandisdagar kl. 18-06
|
4,00
|
|
Leygardagar, sunnu- og halgidagar
|
5,50
|
|
|
Frisørlærlingar
|
Sunnudag
|
Verður goldið eins og yvirtíð hjá lærlingum
|
§ 16. Limagjald
§ 23 í høvuðssáttmálanum er galdandi fyri lærlingar. Greinin er p.t. soljóðandi:
“ Stk. 1. Á hvørjum arbeiðsplássi kann verða avtalað, hvørt meistari skal eftirhalda limagjald hjá limum í handverkarafeløgum.
Stk. 2. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 3. Verður avtalað, at meistari skal eftirhalda limagjald, verður hetta at rinda til avvarandi handverkarafelag eftir nærri avtalu.”
§ 17. Gildi og uppsøgn
Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. oktober 2007. Sáttmálin kann sigast upp við 2 mánaða ávaring til ein 1. oktober, fyrstu ferð 1. oktober 2010.
Hesin sáttmáli er ikki galdandi fyri lærlingar, sum eru byrjaðir sum lærlingar fyri 1. oktober 2005, tó kunnu partarnir avtala at nýta henda sáttmála.
Tórshavn, tann 10. oktober 2007
| Føroya Handverkarafelag/ | Føroya Arbeiðsgevarafelag |
| Landsfelag Handverkaranna/ | Føroya Handverksmeistarafelag |
vagshand.com