Høvuðssáttmálin
SÁTTMÁLAR
millum
Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag / Føroya Handverksmeistarafelag
1. oktober 2007
Kapittul 1: Sáttmálaøkið
§ 1. Avtaluøkið
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um fólk við eini handverkaraútbúgving, og hvørs starv liggur innan handverkaraøkið – hereftir nevnd handverkarar. Eisini fevnir sáttmálin um serarbeiðarar (specialarbeiðarar) innan handverkaraøkið.
Stk. 2. Fyri at arbeiða sum handverkari, skal viðkomandi kunna prógva útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg ella aðra útbúgving, ið kann góðtakast av meginfeløgunum.
Stk. 3. Fyri at arbeiða sum serarbeiðari, skal viðkomandi kunna prógva útbúgving sum serarbeiðari. Tá ivamál um útbúgving stinga seg upp, verða felagsstjórnirnar at samráðast um hetta, til føst skipan er løgd viðvíkjandi útbúgving og treytum o.a.
Stk. 4. Í ivamálum um hesa grein taka stjórnir handverksmeistaranna og handverkaranna í samráð avgerð.
Kapittul 2: Setanarviðurskifti
§ 2. Setanarskriv
Tey, sum verða sett í starv sambært hesum sáttmála, og setanin varar longri enn 3 mánaðir, og arbeiðstíðin er í miðal meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava setanarskriv, har upplýst skal vera:
- navn arbeiðsgevarans,
- dagur fyri starvssetan,
- starvsstað,
- starvsøki,
- starvsaldur,
- galdandi sáttmáli,
- møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina.
§ 3. Skaðar
Stk. 1. Kemur handverkari til skaða í arbeiðstíðini, skal meistarin ella virkið við einari helvt, og handverkarafelagið við hini helvtini, í upp til 12 dagar, gjalda honum munin ímillum vanliga vikuløn og tað, sum goldið verður frá dagpeningaskipanini.
Stk. 2. Læknaváttan skal leggjast fram, um so er at meistarin ella virkið krevja tað. (Hóast dagpeningaskipanina.)
§ 4. Uppsøgn
Stk. 1. Handverkari má ikki verða koyrdur úr ella rýma úr arbeiði uttan orsøk.
Stk. 2. Uppsagnartíðin er
- 10 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 3 mánaðir
- 20 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 2 ár.
Stk. 3. Uppsagnartíðin er galdandi fyri báðar partar. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar. Brot móti hesum verður sektað við ávikavist fyri handverkara við missi av 5/10 daglønum og fyri meistara við at gjalda somu upphædd.
Kapittul 3: Arbeiðstíð
§ 5. Arbeiðstíð
Stk. 1 Vanliga arbeiðsvikan er 40 tímar frá 1. januar 1980 sambært løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978. Dagliga arbeiðstíðin verður at liggja innan fyri tíðarskeiðini frá og við mánadag til og við fríggjadag millum kl. 7.00 og 18.00.
Stk. 2 Arbeiðstíðin á matstovum, gistingarhúsum o.l. er 40 tímar um vikuna sambært arbeiðsætlan, sum løgd verður fyri fýra vikur í senn. Starvsfólk skulu hava arbeiðsætlanina í seinasta lagi 7 dagar áðrenn hon kemur í gildi.
§ 6. Mattíð
Stk. 1. Tað skal standa arbeiðsplássinum frítt at leggja døgurðatíðina soleiðis, sum semja fæst um. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 2. Tað mugu ikki ganga meira enn 4 tímar millum mattíðirnar.
§ 7. Skiftisarbeiði
Stk. 1. Um tørvur er á tí, kann arbeiðstíðin í hvørjum einstøkum føri við samráðing handverkaranna og meistaranna millum leggjast millum kl. 07 og 07 dagin eftir, og verða skipað sum skiftisarbeiði við løn sambært § 15.
Stk. 2. Tá ið arbeitt verður í skiftum, verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið.
§ 8 Yvirtíð
Stk. 1. Yvirarbeiðstíð verður ikki roknað, fyrrenn vanligi arbeiðsdagurin sambært avtalu er vunnin (8 tímar), um høvi hevur verið til tess.
Stk. 2. Fráboðan um yvirtíð skal gevast áðrenn døgverða, um tað letur seg gera.
Mattíð í samb. við yvirtíð
Stk. 3. Verður arbeitt yvirtíð, verður mattíð skipað sum higartil á teimum ymsu arbeiðsplássunum og ikki frádrigin lønini.
Stk. 4. Verður arbeitt yvir í 2 tímar, er loyvt at fáa sær drekka, ið ikki verður frádrigið í løn. Men tað er ikki loyvt at fara av arbeiðsplássinum at fáa sær drekka.
Stk. 5. Verður arbeitt yvir í 4 tímar, verður mattíðin ein tími, ið heldur ikki verður frádrigin lønini.
§ 9. Frídagar
1. mai er heilur frídagur. Flaggdagur, grundlógardagur og 1. november og jólaaftan eru frídagar aftaná kl. 12.
Kapittul 4: Løn
§ 10. Sveinalønir
Stk. 1. Tann 1. oktober 2007 er sveinalønin 115,94 kr.
Tann 1. oktober 2008 hækkar sveinalønin við 2,35 kr, og verður tá 118,29 kr.
Tann 1. oktober 2009 hækkar sveinalønin við 2,45 kr, og verður tá 120,74 kr.
Stk. 2. Lønin er at skilja sum minstaløn.
§ 11. Starvsaldur
Sveinar fáa hesar starvsaldursviðbøtur:
Eftir 3 ára starvstíð verður viðbótin 1,6% av grundlønini.
Starvstíð er at skilja sum tíð í starvi hjá føroyskum arbeiðsgevara, og innan yrkið sum viðkomandi hevur tikið sveinaprógv í.
Sveinar hava rætt til at flyta starvstíð frá einum arbeiðsgevara til annan, um teir ikki hava verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 7 ár.
§ 12. Serarbeiðaralønir
Tann 1. oktober 2007 er tímalønin
a) hjá serarbeiðara í handverksfakinum við útbúgving kr. 108,32
b) serarbeiðari uttan útbúgving
1. árið kr. 103,74
2. árið kr. 105,25
3. árið kr. 106,77
4. árið og fylgjandi ár kr. 108,32
Tann 1. oktober 2008 er tímalønin
a) hjá serarbeiðara í handverksfakinum við útbúgving kr. 110,52
b) serarbeiðari uttan útbúgving
1. árið kr. 105,85
2. árið kr. 107,39
3. árið kr. 108,95
4. árið og fylgjandi ár kr. 110,52
Tann 1. oktober 2009 er tímalønin
a) hjá serarbeiðara í handverksfakinum við útbúgving kr. 112,82
b) serarbeiðari uttan útbúgving
1. árið kr. 108,05
2. árið kr. 109,63
3. árið kr. 111,21
4. árið og fylgjandi ár kr. 112,82
§ 13. Seinkað arbeiði
Møtir handverkari á arbeiðsplássi til ta avtalaðu tíðina, og arbeiðið ikki verður byrjað, skal hann hava løn fyri 2 tímar. Verður arbeiðið byrjað seinri enn avtalað, skal hann hava løn fyri ta tíð, ið farin er.
§ 14. Viðbøtur o.l.
Stk. 1. Amboðspeningur kr. 1,00 um tíman, um handverkarin heldur seg við øllum vanligum handamboðum, ið eru neyðug fyri fakið.
Stk. 2. Skitið arbeiðspeningur kr. 0,50 um tíman.
Stk. 3. Fyri arbeiði við nýgerð av tunli, arbeiði í dampketli, arbeiði í brúktum olju-, lýsi og øðrum tangum og annars inni í smáum tangum, og fyri arbeiðir í skittfiska- og sildalastum verður goldið kr. 10,00 eyka um tíman.
Stk. 4. Smáir tangar kunna definerast sum tangar, ið eru minni enn manshædd allar vegir. Um serliga trong øki eru í tangum, verður tað annars til partarnar á hvørjum virki sær at semjast um.
Stk. 5. Partarnir á hvørjum virki sær kunnu avtalað aðra og hægri tímaviðbót fyri arbeiðir, sum eru nevnd í stk. 3. Verður slík viðbót avtalað, fellur viðbótin í stk. 3. burtur, og tann avtalaða viðbótin kemur ístaðin.
Stk.6. Semjast partarnir á einum virki um, at talan er um óvanliga skitið arbeiði, fyri hesa yrkisgrein, men hetta ikki er nevnt í stk. 3, verður sama viðbót goldin sum í stk. 3. Annars kann viðbót avtalast eftir somu ásetingum sum í stk. 5.
§ 15. Akkordarbeiði
Stk. 1. Har arbeiði og umstøðurnar eru til tess, at akkord er gjørlig, skulu meistarar og sveinar fáa akkord í lag og avtala eitt tímatal ella eina krónuupphædd fyri arbeiðið. Avtalan skal gerast í byrjunnarstigi. Avtalan skal vera skrivlig og undirskrivast av báðum pørtum.
Stk. 2. Tað verður álagt pørtum at samráðast um akkordarbeiði á øllum økjum, har tað er gjørligt.
Stk. 3. Verður álagt at arbeiða yvirtíð við akkord, verður lønin at hækka sambært § 17.
Stk. 4. Partarnir eru samdir um at gera standardavtaluseðlar og møguliga ein prískurant.
§ 16. Skiftiholdslønir
Stk. 1.
1. holdið: vanlig løn.
2. holdið: vanlig løn + 800 oyru um tíman.
3. holdið: vanlig løn + 1100 oyru um tíman.
Hesar viðbøtur verða ikki prístalsviðgjørdar.
Stk. 2. Um yvirtíð, sí § 17.
§ 17. Forskotin tíð (bakarar og servicefak)
Stk. 1. Bakarar
Fyri at arbeiða frá kl. 4.00 til kl. 7.00 fáa bakarar 65,00 kr. eyka um tíman vanligar yrkadagar og 100,00 kr. eyka leygardag og halgidagar.
Stk. 2. Servicefak
Har sum vanligt er fyri einstøk fak (servicefak) at arbeiða leygardag verður latið eyka:
kl. 8.00 - 14.00 ........................ 35 %
kl. 14.00 - úteftir........................100 %
§ 18. Yvirtíðarløn
Stk. 1. Yvirtíðin verður goldin soleiðis fyri bæði handverkarar og serarbeiðarar:
Fyri fyrstu 4 tímarnar, vanlig løn + 35 %
Fyri næstu 3 tímarnar, vanlig løn + 60 %
Fyri fylgjandi tímar, vanlig løn + 100 %
Leygardag.................. + 100 %
Stk. 2. Sunnu- og halgidagar og frídagar verða goldnir við 100%, ið líkaleiðis verða at standa við í neyðugum framhaldsarbeiði.
Stk. 3. Fyri arbeiði í mattíð verður goldin tvífald løn.
Stk. 4. Yvirtíð - um arbeitt verður meira enn 8 tímar á vaktini - við skiftisarbeiði eins og sunnu-og halgidagar verður goldið eftir stk. 1 í hesi grein.
§ 19. Útgreinaðar reglur um koyring og burturarbeiði hjá handverkarum og serarbeiðarum
Stk. 1. Handverkari verður settur í starv eftir setanarskrivi við einum av hesum trimum møguleikunum:
A. Handverkari við føstum arbeiðsstaði
B. Handverkari við skiftandi føstum arbeiðsstaði
C. Handverkari sum veitir kundum tænastur / servicefólk
Handverkari settur eftir A er størsta partin av tíðini á einum arbeiðsstaði. Arbeiðsplássið er skrásett adressa hjá fyritøkuni. Handverkari settur eftir B arbeiðir t.d. í byggivinnuni, og hevur tí byggiplássi sum fast arbeiðsstað í eina ávísa tíð. Handverkari settur eftir C veitir skiftandi kundum tænastur og koyrir regluliga út at loysa uppgávur á staðnum – vanliga kalla servicefólk, ið sostatt ikki hava fast arbeiðsstað.
Stk. 2. Skilt verður millum Útiarbeiði og Burturarbeiði.
Útiarbeiði er: Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setanarskrivinum, og handverkarin kann koma fram og aftur sama dag.
Burturarbeiði er: Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setansrskrivinum, og neyðugt er at gista.
Stk. 3. Ferðingartíð frá heimi og til arbeiðspláss og aftur telur sum meginregla ikki við í arbeiðstíðina.
Stk. 4. Fyri fólk sett eftir A ella B (fast arbeiðsstað ella skiftandi føstum arbeiðsstaði)
Útiarbeiði:
a) Arbeiðsgevarin kompenserar fyri meirkoyring, í mun til fasta arbeiðsstaðið, um handverkarin skal verða á útiarbeiðsplássinum, tá arbeiðstíðin byrjar.
b) Ferðingin til útiarbeiðsplássið í vanligari arbeiðstíð er partur av arbeiðstíðini.
c) Fyri ferðaútreiðslur verður soleiðis goldið: Verður almennur flutningur nýttur, verður umframt ferðingartíðina goldið fyri ferðaútreiðslur frá arbeiðsplássinum til útiarbeiðsplássið og aftur. Skipar fyritøkan sjálv fyri flutninginum, verður einans goldið fyri ferðingartíðina. Nýtir handverkari egnan bil til flutningin, verður umframt fyri ferðingartíðina, eisini goldið fyri hvønn koyrdan kilometur eftir reglunum hjá tí almenna. Goldið verður eisini fyri flutning við ferju, møguligt tunnilsgjald vm.
d) Meistarin hevur ikki skyldu at rinda fyri kost. Undantikið er tó, um handverkarin ikki visti av, at hann skuldi røkja útiarbeiði. Hettar merkir, at handverkarin skal hava boð um útiarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Verður hettar ikki gjørt, hevur meistarin skyldu at rinda fyri kost.
Burturarbeiði (Somu ásetingar sum undir Útiarbeiði, tó við hesari broyting):
e) Meistarin hevur skyldu at rinda fyri vistarhald (kost og logi). Skipar meistarin ikki fyri vistarhaldinum, hevur hann skyldu at gjalda eftir rokning á rímuligum støði, um ikki onnur avtalað fyriliggur.
Stk. 5. Fyri fólk sett eftir C (servicefólk)
a) Tá fólk vera sett við seturnarskrivi í bólki C, skal serlig avtala gerðast millum arbeiðsgevara og servicefólk um arbeiðsumstøðurnar.
b) Fyri burturarbeiði verður tað sama galdandi, sum fyri seturnarbólkarnar A og B.
Stk. 6. Ferðing uttanlands: Ferðing uttanlands verður samsýnt sambært teimum almennu reglunum, um eingin onnur avtala er gjørd.
Stk. 7. Nýtsla av egnum bili í samband við tænastu fyri meistarin: Nýtir handverkarin egnan bil í arbeiðsørindum, fær hann samsýning fyri hvønn koyrdan kilometur, eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna.
Stk. 8. Meistarin kann soleiðis ikki áleggja handverkaranum at nýta egnan bil í samband við arbeiði.
Stk. 9. Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsakað av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.
§20.
Stk. 1. Yvirarbeiðstíð verður ikki roknað, fyrrenn vanligi arbeiðsdagurin sambært avtalu er vunnin (8 tímar), um høvi hevur verið til tess. Undantikið er tó sjúka og náttararbeiði, ið stends av meistarans ella virkisins ávum.
Stk. 2. Tá ið limur verður boðsendur av meistara uttanfyri vanliga arbeiðstíð, verður goldin vanlig sáttmálaløn + hesi ískoyti:
+ 35% í tíðini kl. 18 - 21
+ 60% í tíðini kl. 21 - 24
+ 100% í tíðini kl. 24 - 07
Stk. 3. Ískoyti stendur við, um kvøld og/ella náttararbeiðið uttan steðg heldur fram inn í vanliga arbeiðstíð morgunin eftir.
§ 21. Útgjalding
Stk. 1. Lønin verður goldin eftir fastari skipan annaðhvørt fyri eina viku ella tvær vikur ísenn. Um serlig avtala verður gjørd millum einstøk virkir og avvarandi fakfelag (Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna), kann lønarútgjalding tó fara fram fyri ein mánaða í senn.
Stk. 2. Saman við útgjaldingini skal vikuseðil (-seðlar) fylgja við.
Stk. 3. Meistarin skal rinda løn, frítíðarløn, eftirlønargjald og møguliga onnur gjøld, sum meginfeløgini semjast um, um A-skattaskipanina.
Stk. 4. Øll sáttmálatengd gjøld verða framd samstundis sum lønarflytingar.
§ 22. Dýrtíðarviðbót
Dýrtíðarviðbótin verður sambært løgtingslóg.
§ 23. Tilkallivakt
Handverkari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 løntur við vaktargjaldi á kr. 15 um tíman. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður handverkari løntur við vaktargjaldi á kr. 30 um tíman. Fyri tilkallivakt halgidagar og fastar frídagar verður vaktargjaldi eins og í vikuskiftinum.
Protokollat: Partarnir eru samdir um at seta eina nevnd at gera serligar sáttmálaásetingar fyri sveinar innan tænastuvinnu á matstovum og gistingarhúsum. Nevndin verður manna við tveimum umboðum fyri FHMF og tveimum fyri handverkarafeløgini. Annað fólki hjá hvørjum sáttmálaparti skal hava serkunnleika til fakøki. Umrødda nevnd skal koma við tilmæli sínum innan 1. mai 2008.
Kapittul 5: Gjøld
§ 24. Limagjald
Stk. 1. Á hvørjum arbeiðsplássi kann verða avtalað, hvørt meistari skal eftirhalda limagjald hjá limum í handverkarafeløgum.
Stk. 2. Vanligur meiriluti av handverkarum, serarbeiðarum og meistara á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.
Stk. 3. Verður avtalað, at meistari skal eftirhalda limagjald, verður hetta at rinda til avvarandi handverkarafelag eftir nærri avtalu.
§ 25. Útbúgvingargrunnur
Til útbúgvingar- og eftirútbúgvingar av handverkarum og handverksmeistarum gjalda handverkarar og handverksmeistarar hvør 10 oyru í grunn av hvørjum arbeiðstíma.
§ 26. Eftirlønargrunnur
Stk. 1. Meistararnir rinda 11% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna. Tann 1. oktober 2008 hækkar eftirlønin við 1% til 12%. Tann 1. oktober 2009 hækkar eftirlønin við 1% til 13%.
Stk. 2. Eftirlønargrunnurin er bæði fyri sveinar og serarbeiðarar í handverksfakinum.
Stk. 3. Tá handverkari er fyltur 67, verður lønarkvotienturin svarandi til eftirlønargjaldið útgoldin sum løn.
Kapittul 6: Aðrar ásetingar
§ 27. Etingar- og klædnarúm
Stk. 1. Á øllum arbeiðsplássum, har ið fleiri fólk arbeiða, eigur at vera eitt rúm at eta í.
Stk. 2. Á øllum arbeiðsplássum, har ið fleiri fólk arbeiða, eigur at vera rúm til klæðir.
§ 28. Arbeiðsklæðir, verndarklæðir og útsúgving
Stk. 1. Bakarar fáa frí arbeiðsklæðir.
Stk. 2. Sveisarar, maskinsmiðir og aðrir, ið hava við sveisi-, skeri- og slípiarbeiði at gera, fáa ókeypis verndarklæði, so sum svintu, ermar, handskar o.a. frá meistaranum.
Stk. 3. Tá ið sveisað verður inni í tanga, skal útsúgving vera.
Kapittul 7: Skipanarviðurskifti
§ 29.
Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at allir arbeiðsgevarar/meistarar eru skipaðir sum limir í arbeiðsgevarafeløgunum, og at allir handverkarar eru skipaði sum limir í handverkarafeløgunum.
Arbeiðsgevarafelagið/Handverksmeistarafelagið arbeiðir fyri at kunna arbeiðsgevarar/ meistarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsgevarafelag og at arbeiða fyri slíkum limaskapi. Somuleiðis arbeiða handverkarafeløgini fyri at kunna handverkarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í handverkarafeløgunum og eisini at arbeiða fyri slíkum limaskapi.. Partarnir arbeiða fyri at tryggja at verandi sáttmálar verða hildnir.
§ 30. Arbeiðsmans arbeiði
Handverkarar, ið arbeiða á virkjum, har eisini arbeiðsmenn eru, mega ikki verða settir at gera arbeiðsmans arbeiði. Undantøk kunnu gerast í einstøkum føri, men skulu teir tá verða løntir við síni vanligu løn.
§ 31. Yvirflyting millum feløg
Við yvirflyting úr øðrum felagnum í hitt skal øll skuld, eftirstøða ella limagjald til yvirflytingardagin verða goldin.
§ 32. Óskipaðir handverkarar/meistarar
Stk. 1. Handverkarar og meistarar hava skyldu at siga feløgunum frá, tá ið óskipaðir handverkarar ella meistarar arbeiða á sama arbeiðsstað.
Stk. 2. Nevndirnar taka í felag avgerð um loyvi limanna at framhalda arbeiði á slíkum plássum.
§ 33. Viðurskiftir hjá nevndarlimum
Stk. 1. Um limur kennir seg nervaðan, av tí at hann er nevndarlimur í handverkara- ella handverksmeistarafelag, kann hann kæra til nevndina, ið hann er limur í.
Stk. 2. Nevndin skal viðgera kæruna beinanvegin og áðrenn 3 dagar senda hana við einum tilmæli til meginfelag sítt.
Stk. 3. Meginfelagið, ið hevur fingið kæruna, skal viðgera hana beinanvegin.
Stk. 4. Er kæran av slíkum slag, at hon viðkemur báðum meginfeløgunum, skal felagsfundur verða sum skjótast og áðrenn 3 dagar frá tí degi, at annað meginfelagið hevur fingið kæruna frá heimafelag.
§ 34. Ósemja um arbeiðið
Stk. 1. Verður ósemja um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, skulu feløgini samráðast um arbeiðs- og lønarviðurskifti hesum viðvíkjandi, áðrenn farið verður til nevndarviðgerð.
Stk. 2. Allar trætur um rættu fatan av sáttmálanum verða avgjørdar av eini nevnd.
Stk. 3. Hvørt felag sær velur 2 limir til nevndina. Kemur nevndin ikki ásamt, verður dómarin ella annar av honum nevndur persónur uppmaður. Hansara avgerð verður at taka til fulnar.
§ 35. Álitismannaskipan
Álitismannaskipanin er viðurkend av báðum feløgunum. Sí reglugerð fyri álitismannaskipanina.
§ 36. Sersáttmáli
Limafeløgini kunnu gera sersáttmála sínámillum, tó skal ein tílíkur sáttmáli ikki stríða ímóti sáttmálum meginfelaganna.
§ 37. Samstarvsnevnd
Stk. 1. Ein samstarvsnevnd millum meginfeløgini viðger mál av felags áhuga og ger innstilling-ar yvirfyri myndugleikunum.
Stk. 2. Eisini skal samstarvsnevndin medvirka til, at limir felaganna halda galdandi sáttmálar.
Stk. 3. Samstarvsnevndin skal halda minst 4 fundir árliga.
Kapittul 8: Gildi og uppsøgn
§ 38. Gildi og uppsøgn
Stk. 1. Hesir sáttmálar koma í gildi 1. oktober 2007 og kunnu sigast upp við 2 mánaða ávaring til ein 1. oktober, fyrstu ferð 1. oktober 2010. Partarnir skulu koma saman til tingingar í seinasta lagi 1 mánað aftaná uppsøgn, t.e. hin 1. september, og skulu partarnir tá leggja fram uppskot til broytingar ella nýggjar sáttmálar.
Stk. 2. Partar skulu tingast til sáttmáli er komin í lag, ella semingsmaðurin hevur sagt tingingarnar at vera komnar at enda.
Tórshavn, hin 10. oktober 2007
vagshand.com