Forsíða
3 ára sáttmáli undirskrivaður við Meistarafelagið. |
| Nevndin tann 16 Mar 2009 kl. 09:04 |
10. oktober 2007 varð trý ára sáttmáli undirskrivaður við Meistarafelagið.
1. oktober 2008 er tímalønin 118,27 kr.
Setanarskriv og bólkar
Umframt reglurnar, sum higartil hava verið galdandi fyri setanarskriv, er nú hetta lagt afturat:
Handverkari verður settur í starv við skrivi í ein av hesum trimum møguleikum:
A) Handverkari við føstum arbeiðsstaði
B) Handverkari við skiftandi føstum arbeiðsstaði
C) Handverkari, sum veitir kundum tænastur / servicefólk
Um setanarskriv er hetta eisini galdandi: Tann sum verður settur í starv og setanin varar longri enn 3 mánaðir, og arbeiðstíðin er í miðal meira enn 8 tímar um vikuna, skal hava setanarskriv, har upplýst skal vera: Navn arb.gevarans, dagur fyri starvssetan, starvstað, starvsøki, starvsaldur, galdandi sáttmáli, møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvsetanina.
A, B ella C starv
Handverkari settur eftir A er størsta partin av tíðini á einum arbeiðsstaði.
Arbeiðsplássið er skrásett adressa hjá fyritøkuni.
Handverkari settur eftir B arbeiðir t.d. í byggivinnuni, og hevur tí byggiplássið sum fast arbeiðsstað í eina ávísa tíð.
Handverkari settur eftir C veitir skiftandi kundum tænastur og koyrir regluliga út at loysa uppgávur á staðnum – vanliga kalla servicefólk, ið sostatt ikki hava fast arbeiðsstað.
Tá fólk verða sett við seturnarskrivi í bólk C, skal serlig avtala gerast millum arbeiðsgevara og servicefólk um arbeiðsumstøðurnar.
Sveinaløn og eftirløn
1. oktober 2008 hækkar tímalønin við 2,35 kr.
1. oktober 2009 hækkar tímalønin við 2,45 kr.
Eftirlønin hækkar 1. oktober 2008 við 1%.
Eftirlønin hækkar 1. oktober 2009 við 1%.
Sveinalønin fór 1. oktober 2007 upp í 115,94 kr. Samstundis fór eftirlønargjald arbeiðsgevarans úr 10% upp í 11% Løntakaraparturin til eftirløn er óbroyttur 2%.
Sostatt er eftirlønargjaldið hjá sveinum í løtuni tilsamans 13%.
Fyri lærlingar fór eftirlønarpartur arbeiðsgevarans 1. oktober úr 4,5 % upp í 5,5%.
Tá handverkari er fyltur 67, verður lønarkvotienturin svarandi til eftirlønargjaldið útgoldin sum løn.
Lønar- og vikuseðlar
Sambært § 21. í sáttmálanum skal meistarin gjalda øll gjøld, sum eru nevnd í sáttmálanum, saman við lønarflyting. Lønar-/vikuseðlar skulu fylgja við.
Sáttmálatengd gjøld
Øll sáttmálatengd gjøld (eftirløn, Bati, Vitin) verða framd samstundis sum lønarflyting. Hetta merkir, at sáttmálatengdu gjøldini skulu gjaldast samstundis sum lønin verður goldin.
Tá sáttmálatengdu gjøldini verða avgreidd, skal uppgerð/yvirlit, sum vísur hvønn goldið verður fyri, sendast til móttakaran.
Uppgerð fyri eftirlønargjøld skal sendast til Havnar Handverkarafelag. Hetta er eisini eitt krav frá Tryggingareftirlinum til Eftirlønargrunn Havnar Handverkarafelags.
Uppgerðin skal vísa hvønn goldið verður fyri og hvussu nógv verður goldið fyri hvønn einstakan (løntakara- og arb.gevarapartur)
Um bert eitt fólk er í starvi, er ikki neyðugt at senda uppgerð, men skal tá navn, limanr. og p-tal, umframt løntakara- og arbeiðsgevarapartur (%) viðmerkjast, tá goldið verður.
Limagjald
Sveinar, ið eru limir í Havnar Handverkarafelag rinda sjálvir limagjald.
Undantøk eru tó hjá summum mánaðarløntum sveinum, har avtala er gjørd við arbeiðsgevara um at taka limagjaldið av lønini og gjalda til okkara.
Lærlingar og limagjald
Lærlingar rinda 10,- kr. hvørja viku í limagjaldi til Lærlingafelag Havnar Handverkarafelags.
Arbeiðsgevarin eftirheldur 10,- kr. hvørja viku til limagjald, sum skal rindast Havnar Handverkarafelag. Arbeiðsgevarin sendur eisini inn uppgerð, sum vísur hvønn goldið er fyri og hvussu nógv er goldið.
Tilkallivakt
Handverkari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 løntur við vaktargjaldi á kr. 15,00 eyka um tíman.
Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður handverkari løntur við vaktargjaldi á kr. 30,00 eyka um tíman. Fyri tilkallivakt halgidagar og fastar frídagar verður vaktargjaldið eins og í vikuskiftinum.
Arbeiðs- / verndarklæðir
Víst verður til § 28, stk. 1, 2 og 3 í sáttmálanum.
stk. 1 Bakarar fáa frí arbeiðsklæðir.
stk. 2 Sveisarar, maskinsmiðir og aðrir, ið hava við sveisi-, skeri-, og slípiarbeiði at gera, fáa ókeypis verndarklæðir so sum svintu, ermar, handskar o.a. frá meistaranum.
stk.3 Tá ið sveisað verður inni í tanga, skal útsúgving vera.
Trygdarskógvar eru at skilja sum verndarklæðir, tá Arbeiðseftirlitið setur fram krav til tess vegna trygdina.
Fastlønarsáttmálin
Fastlønarsáttmálin er broyttur, so at ein yvirtími, út yvir 40 tíma viku, sum verður avspákaður, skal avspákast í mun til virði á honum.
Handverkarar settir eftir fastlønarsáttmálanum fáa eina løn, sum minst er galdandi sveinaløn í høvuðssáttmálanum falda við mánatímatalinum á 173,33 tímar. Tað er annars upp til partarnar at finna eina hóskandi løn.
Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsakað av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.
Starvsaldur
Eftir 3 ára starvstíð verður viðbót á 1,6 % av grundlønini goldin afturat tímalønini.
(115,94 + 1,6 % (1,86) = 117,80)
Starvstíð er at skilja sum tíð í starvi hjá føroyskum arbeiðsgevara, og innan tað yrkið sum viðkomandi hevur tikið sveinaprógv í.
Sveinar hava rætt til at flyta starvstíð frá einum arbeiðsgevara til annan, um teir ikki hava verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 7 ár.
Viðbøtur
Fyri arbeiði við nýgerð av tunli, arbeiði í dampketli, arbeiði í brúktum olju-, lýsi og øðrum tangum og annars inni í smáum tangum, og fyri arbeiðir í skittfiska- og sildalastum verður goldið kr. 10,00 eyka um tíman.
Smáir tangar eru tangar, ið eru minni enn manshædd allar vegir. Um serliga trong øki eru í tangum, verður tað annars til partarnar á hvørjum virki sær at semjast um.
Ferðing og koyring fyri arbeiðsplássið
Nýtir handverkarin egnan bil í arbeiðsørindum, fær hann samsýning fyri hvønn koyrdan kilometur, eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum hjá tí almenna.
Meistarin kann soleiðis ikki áleggja handverkaranum at nýta egnan bil í samband við arbeiði.
Ferðing uttanlands verður samsýnt sambært teimum almennu reglunum, um eingin onnur avtala er gjørd.
Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsakað av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.
Útiarbeiði
Arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setanarskrivinum, og handverkarin kann koma fram og aftur sama dag.
Arbeiðsgevarin kompenserar fyri meirkoyring, í mun til fasta arbeiðsstaðið, um handverkarin skal verða á útiarbeiðsplássinum, tá arbeiðstíðin byrjar.
Ferðingin til útiarbeiðsplássið í vanligari arbeiðstíð er partur av arbeiðstíðini.
Fyri ferðaútreiðslur verður soleiðis goldið: Verður almennur flutningur nýttur, verður umframt ferðingartíðina goldið fyri ferðaútreiðslur frá arbeiðsplássinum til útiarbeiðsplássið og aftur. Skipar fyritøkan sjálv fyri flutninginum, verður einans goldið fyri ferðingartíðina. Nýtir handverkari egnan bil til flutningin, verður umframt fyri ferðingartíðina, eisini goldið fyri hvønn koyrdan kilometur eftir reglunum hjá tí almenna. Goldið verður eisini fyri flutning við ferju, møguligt tunnilsgjald vm. Meistarin hevur ikki skyldu at rinda fyri kost. Undantikið er tó, um handverkarin ikki visti av, at hann skuldi røkja útiarbeiði. Hettar merkir, at handverkarin skal hava boð um útiarbeiði í seinasta lagi dagin fyri. Verður hettar ikki gjørt, hevur meistarin skyldu at rinda fyri kost.
Burturarbeiði
Burturarbeiði er arbeiði, sum verður gjørt aðrastaðni enn á tí arbeiðsplássi, har viðkomandi er starvssettur sambært setanarskrivinum, og neyðugt er at gista.
Somu ásetingar sum undir útiarbeiði (nevnt omanfyri), tó við hesari broyting:
Meistarin hevur skyldu at rinda fyri vistarhald (kost og logi). Skipar meistarin ikki fyri vistarhaldinum, hevur hann skyldu at gjalda eftir rokning á rímiligum støði, um ikki onnur avtala fyriliggur.
Ferðingartíð frá heimi og til arbeiðspláss og aftur telur sum meginregla ikki við í arbeiðstíðina.
vagshand.com